* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
LNG er ikki so gott fyri veðurlagið, sum higartil hildið.

Ongin veðurlagsvinningur við LNG

LNG sum rekevni hjálpir ikki veðurlagnum. Tað skrivar Transport & Environment í nýggjari frágreiðing.

 

Um tað snýr seg um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassum, er LNG sum rekevni ongin loysn. Munurin á LNG og øðrum rekevni er so lítil, at tað er onki at skriva heim um, skrivar altso Transport & Environment í nýggju frágreiðing síni.

 

- Nýggj gransking vísir, at útlátið av methan frá framleiðslu av LNG hevur verið nógv undirmett – upp til 60 prosent, stendur í frágreiðingini.

 

Fyri shippingvinnuna fer útlátið av vakstrarhúsgassum við LNG at liggja ímillum 12 prosent undir og níggju prosent omanfyri útlátið hjá skipum, sum sigla við marine gassolju (MGO).

 

Víst verður á í frágreiðingini, at útlátið frá NLG kann vísa seg at vera verri enn omanfyri nevndu tøl vísa.

 

- Av tí at Methan er eitt ógvuliga virkið vakstrarhúsgass, vil ein møguligur fyrimunur við LNG ikki vísa seg fyrr enn um fleiri áratíggju, skrivar Transport & Environment.

 

Kelda: Søfart