* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferðslan í Suezveitini gongur nú aftur sum vanligt.

Øll tey 422 skipini, sum lógu í bíðirøð eftir at stóra bingjuskipið, Ever Given, fór á land í Suezveitini, eru nú komin ígjøgnum veitina.

 

Tað upplýsa myndugleiarnir í Suez fyri Reuters-tíðindastovuni.

 

Risastóra bingjuskipið var orsøkin til, at Suezveitin var stongd í fleiri dagar, tí skipið lá tvørturum veitina.

 

Tað eydnaðist at enda at fáa skipið leyst, og síðan eru øll skipini, sum lógu og bíðaðu, sloppin ígjøgnum.

 

Eftir er at loysa løgfrøðiliga málið, tað er málið millum egyptisku myndugleikarnar og reiðaríið hjá Ever Given, og snýr seg um tapið, sum Suez-myndugleikarnir hava havt av hendingini.

 

Enn er ógreitt, hvussu stórt endurgjaldskravið verður, men ein upphædd upp á 15 milliardir dollarar hevur verið nevnd.

 

Egyptaland hevur fyribils lagt hald á skipið, til trygd er fingin fyri beinleiðis útreiðslunum í sambandi við bjargingararbeiðið.

 

Størsta tapið hava kortini tey reiðarí, sum ikki fingu farmin fram til tíðina.

 

Kelda: Maritimedanmark / Reuters