* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Samanstoyturin hendin út fyri Korsika sunnumorgunin.

Oljuleki eftir samanstoyt í Miðjarðarhavinum

Myndugleikarnir í Fraklandi og Italia hava varnast ein oljuleka, sum stavar frá einum samanstoyti, tá ein tunesisk ferja gjørdi ein T-Bein-samanstoyt og rendi á eitt bingjuskip, sum lág fyri akker út fyri Korsika.

 

Samanstoyturin hendi sunnumorgunin, tá tunesiska rulluferjan, Ulysses, rendi beint inn í stýriborðsiðuna á bingjuskipinum, CLS Virginia, einar 28 kilometrar norðanfyri Cape Korsika.

 

Í samanstoytinum kom eitt fleiri metrar stórt hol í skipssíðuna á bingjuskipinum, og tað fór at leka olju.

 

Á sjónum verður lekin mettur at vera 20 kilometrar langur og fleiri hundrað metrar breiður, og oljan flytur seg í ein útnyrðing burtur frá Korsika, sambært fronsku sjóvinnumyndugleikunum, ið varða av franska økinum í Miðjarðarhavinum.

 

Hjálparskip- og útgerð er send úr bæði Fraklandi og Italia at tryggja, at dálkingin ger minst møguligan skaða.

 

Kelda: gCaptain