* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljuprísurin liggur framvegis um 79 dollarar fatið, og goymslutølini í USA falla.

 

Norska Finansavisen skrivar, at oljuprísurin er lutfalsliga flatur, og brent-oljan er lækkað niður í 75,93 dollarar fatið.

 

Til samanberingar kostar eitt fat av norðsjóvarolju 79,25 dollarar á Keypsskálanum í Oslo.

 

Goymslan minkar

Ráoljugoymslurnar í USA minkaðu við 3,1 milliónum føtum í farnu viku sambært kanningum, sum American Petroleum Institute (API) hevur gjørt, og sum er størsta bransjufelagið innan oljuídnaðin í USA, skrivar TDN Direkt.

 

API-tølini vísa eisini, at bensingoymslurnar eru minkaðar við 0,3 milliónum føtum, meðan aðrar goymslur eru minkaðar við 0,7 milliónum føtum í farnu viku.

 

Oljuíleggjarar bíða í spenningi eftir næsta OPEC+-fundinum, sum er settur at vera 4. januar. Tá skal felagsskapurin gera av, um haldast skal fram við ætlaðu framleiðsluøkingini upp á 400.000 tunnur um dagin í februar 2022.

 

Á seinasta fundinum hjá OPEC+ varð hildið fast við ætlanirnar at økja framleiðsluna fyri januar – hóast omikron-alduna.

 

Kelda: Finansavisen