* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljufeløg undir vaksandi løgfrøðiligum trýsti

Nakrar av heimsins størstu fyritøkum - oljufeløg sum BP, Chevron, Exxon Mobil, ConocoPhillips og Shell - eru saman við norska statinum undir vaksandi løgfrøðiligum trýsti, og harvið eisini fíggjarligum trýsti, vegna leiklut teirra í veðurlagsbroytingunum.

Fyrr í mánaðinum fall dómur í Oslo í einum máli, sum m.a. Greenpeace hevði lagt ímóti norska statinum við kravi um, at rætturin skuldi ógilda 10 útvinningarloyvi í nýggjum økjum í Barentshavinum - tí loyvini, sambært Greenpeace, stríða ímóti grein 112 í norsku grundlógini um rættin til eitt gott umhvørvi og atlitið til framtíðar ættarlið.

Greenpeace tapti málið, tí rætturin helt ikki, at tillutingin av útvinningarloyvunum í sjálvum sær er brot á grundlógina, og vísti harumframt til tiltøkini, ið eru tikin til tess at sleppa undan oljudálking.

Hóast Greenpeace tapti, er tað áhugavert, at samanknýtingin av oljuleiting og rættinum til eitt gott umhvørvi, løgfrøðiliga sæð er nógmikið til, at hon kann viðgerast av einum dómstóli.

Sjálvt um norski staturin - og í øðrum lagi oljufeløgini - slapp við skrekkinum í Oslo, er langt frá vist, at hetta eisini verður lagið í framtíðini.

Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, hevur júst upplýst, at miljónabýurin hevur lagt sak ímóti oljufeløgunum BP, Chevron, Exxon Mobil, ConocoPhillips og Shell, fyri útreiðslurnar, veðurlagsbroytingarnar hava kostað New York.

Og borgarstjórin leggur ikki fingrarnar ímillum.

”Vit flyta bardagan ímóti veðurlagsbroytingunum beinleiðis aftur til oljufeløgini, ið vistu um avleiðingarnar av brendu fossilu brennievnunum, men við vilja valdu at villleiða samfelagið fyri at verja sín egna vinning”, segði Bill de Blasio.

Borgarstjórin heitti samstundis á pensjónsgrunnarnar í býnum um at sleppa sær av við øll partabrøv síni í oljufeløgunum.

Heldur henda gongdin fram, kunnu oljufeløgini skjótt fáa nógv størri trupulleikar enn lágu oljuprísirnar.

Kelda: maritimedanmark.dk