* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd - Frederiks havn.

Ein boripallur, sum upphøggingarsmiðjan M.A.R.S. í Frederikshavn ikki er byrjað at enndurnýta, hevur verið fyri ógvsligum herverki.

 

Knústir flatskermar, tøkniútgerð, brotin vindeygu, spegl og møplar. Tveir mans eru farnir harðliga til verka, tá teir náttina millum 24. og 25. september framdu herverk fyri fleiri hundraðtúsund krónur á einum boripalli, sum liggur hjá Modren American Recycling Service Europe, M.A.R.S., í Frederikshavn. Tað skrivar TV2.Nord.

 

- Vit vóna, at fólk eru, sum kunnu hjálpa okkum at loysa málið. Onkur má vera, sum kennir til hetta grova herverkið, sigur Peter Skovbak, politikommisserur og kanningarleiðari í Frederikshavn.

 

Vakmyndatól vísa tveir mans koma til boripallin Veslefikk B, sum til herverkið var í upprunastandi.

 

Kelda: Søfart og TV2.Nord