
Nýtt tonsatal til United Heavy Lift
United Heavy Lift hevur júst fingið spildur nýtt tonsatal í flotan, nú felagið hevur fingið ein deck carrier-nýbygning upp á 26.000 t.dv.
Tað er danski
shipping-maðurin, Lars Rolner, ið eigur United Heavy Lift, og felagið er
skrásett í Týsklandi.
Nýggja skipið hevur
fingið navnið, MV Zhi Xian Zhi Xing, og er uppá 26.000 tons dv. Skipið hevur
eina vídd uppá 6020 ferðmetrar, og tí hóskar tað væl til stórar uppgávur.
Skipið er útgjørt
við DP2-tøkni, og tí verður væntandi, at tað fer at arbeiða fyri
frálandsvinnuna. Í løtuni vil United Heavy Lift kortini ikki siga, hvørjar
uppgávurnar hjá nýggja skipinum verða.
Seinni í ár fer
eitt systurkip hjá Zhi Xian Zhi Xing av bakkastokki, og tað skipið hevur United
Heavy Lift eisini latið smíðað.
United Heavy Lift
varð stovnað í 2015. Síðan er ta eydnast felagnum at gera góðar avtalur við
Vestas. Hesar uppgávurnar tryggja teimumfarmaflutningin av øllum stórum
V161-maskingondolum, veingjum og botntornum frá verksmiðjunum hjá Vestas í
Nakskov, Esbjerg og Lindø.
- Tøkniligu
loysnirnar við nýggja skipinum hava við sær, at skipið kann sigla bert 30
minuttir eftir, at seinasti farmurin er komin umborð, hevur Lars Rolner fyrr
sagt við Søfart.
Kelda: Søfart