* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja marglætis reikferðaskipið, Spirit of Adventure.

Hin 29. september í ár var marglætis reikferðaskipið, Spirit of Adventur handað Saga Cruises V Ltd., Folkstone í Kent. Reikferðaskipið er bygningur nr. 715 hjá týsku Meyer Werft Papenbuyrg-skipasmiðjuni.

 

Spirit of Adventure er seinna av tveimum skipum til enska krúsreiðaríið, Saga Cruises, sum er smíðað á Meyer Werft í Týsklandi. Nýbygningarnir hava spildurnýtt snið, nýggja loysnir til innrætting, pláss til 999 ferðafólk, og er sonevnt “tailor-made” til enska marknaðin.

 

Málbólkurin hjá Saga Cruises eru fólk yvir 50 ár, nakað, sum málið hjá felagnum alla tíðina hevur verið. Systurskipið, Spirit of Discovery, varð handað í juni 2019.

 

Í dag er Saga Cruises einasta privata bretska krúsreiðaríið, sum er eftir. Spirit of Adventure er seinni nýbygningur teirra, og hetta eru einastu skipini seinastu árini, sum er serútgjørd og serliga ment/útviklað til bretska marknaðin.

 

Reiðaríið umrøður Spirit of Adventure sum eitt “boutique” krússkip, hóast tað er pláss fyri sløkum 1.000 ferðafólkum. Botique krús er ofta heitið á smærri marglætis reikferðaskipum, sum liggja longri í havn enn tey størru reikferðaskipini.

 

Kelda: Maritimt.no