* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spildurnýggja norska rannsóknarskipið, Kronprins Haakon, kostaði 1,1 milliard krónur.

Nýtt rannsóknarskip noyddist at venda við

Eitt spildurnýtt norskt rannsóknarskip, sum kostaði 1,1 milliard krónur, noyddist at sanna, at nútímans tøkni og ein veldug maskina ongin trygd er fyri, at tú kanst koma longur norður enn íshavsgranskarin, Frtjof Nansen, megnaði fyri 124 árum síðani.

 

Rannsóknarskipið, Kronprins Haakon, noyddist at venda við í vikusiftinum, eftir at vera komið fram til 86 stig norður. Men tað var ikki nóg mikið at sláa “Fram-rannsóknarliðið”, sum umborð á rannsóknarskipinum, Fram, í 1895 kom heilt fram til knattstøðuna 86 stig og 14 minuttir norður.

 

Hýrurin umborð á Krónprinsi Haakon er kortini góður, hóast tað ikki eydnaðist teimum at sláa metið hjá Nansen.

 

- Umstøðurnar á okkara rannsóknarferð mann vera munin betri, sigur Hans Christian Eilertsen, professari í lívfrøði á Universitetinum í Tromsø, og rannsóknarleiðari.

 

Umframt Hans Christian Eilertsen eru 35 granskarar við spildurnýggja rannsóknarskipinum.

 

Kelda: Maritime Danmark