* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi virkisbáturin, Taupo, fer skjótt av bakkastokki, og fer at arbeiða fyri SalMar.

Nýggjur virkisbátur til norsku alivinnuna

Skjótt fer spildurnýggi virkisbáturin, Taupo, av bakkastokki í Noregi.

 

Talan er ikki um ein brunnbát, men um ein virkisbát, sum er smíðaður á Fitjar Mekaniska Verkastaði fyri Napier AS.

 

Stjórin í Napier, Kjetil Tufteland, sigur við Kyst.no, at fleiri fyrimunir eru við einum virkisbáti sæð í mun til ein brunnbát.

 

- Stóri fyrimunurin er lívfrøðiliga trygdin. Alt er 100 prosent afturlatið, tú ansar eftir øllum allan vegin, og alt er hermetiskt afturlatið, t.e. at alt er lufttætt. Tað merkir, at ongin smittuvandi er til staðar. Djóravælferðin er í toppi, tí tú tekur lívið av fiskinum, fyrstu ferð, tú hevur hann á hondum, og eingin deyðiligheit er á vegnum, sigur hann.

 

Munurin á einum virkisbáti sum hesum og til dømis stóra nýggja farinum, Norwegian Gannet, er, at á einum virkisbáti verður alifiskurin bara blóðgaður, og síðani sigldur til nærmasta sláturvirki, meðan fiskurin umborð á Norwegian Gannet eisini verður slaktaður umborð.

 

Taupo er 43 metrar langur, 11 metrar breiður og fær eina ferð uppá 13 míl. Umborð ber til at blóðga 80 tons av fiski um tíman, og hann lastar 320 tons.

 

Reiðaríið hjá Taupo hevur gjørt ein 5 ára sáttmála við SalMar.

 

Kelda: Skipsrevyen / Kyst.no