* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Abu Dhabi.

Havnafelagið AD Ports í Abu Dhabi skapar heimsins størsta feeder-reiaðarí, tá mált verður í tali av skipum. Tað hendir við keypinum av 80 prosent av Global Feeder Shipping (GFS) fyri 800 milliónir dollarar ella gott og væl 6 milliardir krónur.

 

GFS hevur bygt upp eitt av størstu bingju-feeder flotarnar í heiminum við 26 skipum, sum hava eina samlaða orku upp á 72.500 teu, og ein umsetning seinastu 12 mánaðirnar upp á gott og væl eina milliard dollarar við einum avlopi upp á 481 milliónir dollarar.

 

Tá ið skipini verða blanda saman við feeder-skipini hjá dóttirfelagnum hjá AD Ports, Safeen Feeders og Transmar, verður tað heimsins størsta feeder-felag við 35 skipum upp á í alt 100.000 teu sambært felagið sjálvt.

 

Nú verður bara bíðað eftir, at myndugleikarnir skulu góðkenna keypið – væntandi 1. ársfjórðing næsta ár.

 

Kelda: Seatrade Maritime News