* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bunkarskip í Singapor.

Ein rættur í Singapor hevur dømt níggju fólk fongsulsrevsingar í einum máli um umfatandi bunkarsvik fyri meira enn 300.000 dollarar. Svikið varð framt við magnetum í stóru bunkarhavnini í Singapor.

 

Málið snýr seg um, at níggju fólk hava snýtt við sonevndum “mass flow meters”, sum verða nýtt at eftirkanna, at skip fáa rætta mongd av bunkarbrennievni, sum tey hava goldið fyri.

 

Tey nýggju fólkini vórðu í 2019 tikin í at nýta magnetir at manipulera við “mass flow meters” í stóru bunkarhavnini, og sambært rættinum hava tey svikað kundar fyri í alt 336.930,63 dollarar ella meira enn tvær milliónir krónur, skrivar Shippingwatch.dk.

 

Tað vóru havnarmyndugleikarnir í Singapor, MPA (Maritime and Port Authority), sum saman við sjóverjuni avdúkaði svikið í apríl í 2019 í einari vanligari kanning umborð á einum bunkarskipi, sum felagið, Southernpec, rekur. Her hevði ein yvirmaður umborð fest eina magnet í “mass flow meter-skipanina”.

 

Seinni vístu kanningar, at fimm yvirmenn aftrat – á øðrum bunkarskipum, vóru í holt við sama “nummarið”.

 

Teir tríggir menninir handan svikið eru dømdir millum 34 og 35 mánaðar fongsulsrevsing, meðan fimm av yvirmonnunum hava fingið millum 7 og 19 mánaðar fongsulsrevsing. Seinasti yvirmaðurin  varð dømdur at sita í tvær vikur.

 

Kelda: Shippingwatch