* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggjasta risaferjan hjá DFDS, Scandia Seaways, er á veg heim. Í løtuni liggur skipið í Singapor.

Seinasta av fimm risastórum ferjum, sum DFDS hevur latið smíðað á Jingling-skipasmiðjuni í Kina, er nú á veg heim. Skiparin setti fyrst kós móti Singapor, og har er skipið í løtuni.

 

Scandia Seaways, sum nýggja ferjan eitur, fór frá Jingling-skipasmiðjuni næstseinasta sunnudag kl. 09:58, eftir at danska flaggið var vundið í húnar hátt, og sostatt avloysti kinesiska flaggið umborð.

 

Nú liggur skipið í Singapor, har tað fær útbúna, eykadeilir og aðra veiting umborð, áðrenn ferðin gongur víðari til Evropa umvegis Suez-veitina. Skipið verður væntandi í USA í februar, upplýsir DFDS.

 

Sambært upplýsingum, sum DFDS fyrr er komið við, skal 235 metrar langa og 32 metrar breiða skipið setast í sigling á farleiðini Gøteborg og Gent, har tað fer at sigla saman við systurskipinum, Hollandia Seaways.

 

Tey bæði fyrstu skipini í røðini, Ephesus Seaways og Troy Seaways, sigla undir týrkiskum flaggi í Miðjarðarhavinum. Skip nummar fýra og nummar fimm sigla á farleiðini millum Rotterdam og Immingham í Bretlandi.

 

Ferjurnar hava pláss fyri 450 treylarum og 6.700 lánimetrum.

 

Kelda: DFDS / Maritimedanmark