* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja tvíkiljan hjá norsku Hurtigrutuni skal sigla millum Hirtshals og Kristiansand.

Nýggja tvíkiljan hjá Fjord Line, Fjord FSTR, er eitt av 367 skipum, sum hevur ligið og bíða eftir at sleppa ígjøgnum Suezveitina. Risastóra bingjuskipið, Ever Given, hevur forðað allari ferðsluni í Suez-veitini. Norska skundferjan skal setast inn í farleiðina Hirtshals-Kristiansand, tá ferðatilmælini annars loyva tí.

 

Nýggja flaggskipið hjá Fjord Line var á veg frá skipasmiðjuni, Austal Pty, á Filipsoyggjum, til Hirtshals, men hevur sum so mong onnur skip bíðað eftir, at 400 metrar langa og 59 metrar breiða bingjuskipið varð sleipað leyst.

 

- Hetta er heilt serligt, tí slíkt hendir ikki á hvørjum degi, sigur Flemming Tveitan, samskiftisráðgevi hjá Fjord Line, við norska miðilin e24.no.

 

- Umvegis onnur hava vit havt samband við tey umborð, men sambandið er vánaligt í økinum. Vit vita kortini, at nýggja tvíkiljan liggur fyri akkeri, sigur hann.

 

Grundað á ferðatilmælini í sambandi við Covid-19, sum hava steðgað allari ferðslu millum Danmark og Noreg, fær seinkanin í Suez-veitini ongar avleiðingar.

 

- Men tað hevur verið keðiligt hjá teimum, sum eru umborð, sigur Flemming Tveitan.

 

Kelda: e24.no / Maritimedanmark