* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danskt sjóverjuskip í Grønlandi. (Mynd: Danska Sjóverjan)

Ein stórur meiriluti í Fólkatinginum hevur samtykt at herða eftirlitið í Arktis og í Norðuratlantshavi, og sostatt eisini í føroyskum øki, við 1,5 milliardum krónum. Men játtanin fer í høvuðsheitum til eftirlitið í grønlendskum sjógvi.

 

Hvassar atfinningar hava verið í sambandi við, at Sjóverjan hevur havt ov lítla útgerð at eyðmerkja og vísa aftur fremmand skip, sum sigla tætt fram við Grønlandi.

 

Tískil fær verjan nú 1,5 milliardir krónur at styrkja arbeiðið í Arktis og í Norðuratlanthavi.

 

Peningurin skal millum annað nýtast til loftávaringar í Føroyuum, dronueftirlit, stranda-radarar og fylgisveinaeftirlit.

 

- Vit síggja økt virksemi í Arktis og í Norðuratlantshavi, og tí hava vit tørv á betri eftirliti í økinum. Ikki fyri at vaksa um ósemjurnar, men tí tað er neyðugt at taka hóttanirnar í álvara. Hetta verður alt gjørt í samstarvi millium Danmark, Føroyar og Grønland, skrivar Trine Bramsen, danskur verjumálaráðharri, í fráboðanini.

 

Kelda: Søfart