* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja skipanin at byrgja eld frá ravmagnsbilum á einum bildekki inni varð roydarkoyrt í Marstal í farnu viku.

Nýggj skipan at byrgja eldi í ravmagns-bilum inni

Ferjureiðaríini eru greið yvir, at ravmagnsbilar kunnu verða til størri vanda enn vanligir bilar, um eldur kemur í teir á bildekkinum á eini ferju. Nú er fyrsta skipanin at byrgja eldar í ravmagnsbilum inni royndarkoyrd saman við vinnuni.

 

35 fakfólk í donskum ferjureiðaríum, Sjóferðslustýrinum, DBI – Dansk Brand- og Tryggingartøkniliga Stovninum og umboð fyri sløkkilið ymsastaðni frá vitjaði 17. mai Sløkkiliðsstøðina í Marstal.

 

Her sýndi fyritøkan “Jøni Aabybro” eina spildurnýggja skipan, sum er beinleiðis ætlað at innibyrgja og berja niður eldar í ravmagnsbilum á einum bildekki umborð á ferjum.

 

Stuttu ráðini, luttakararnir fingu, er: Syrgið fyri, at ferðafólkini ikki koma í námind av roykinum frá brennandi bilinum, tí roykurin er ógvuliga eitrandi. Tendra sprinklaraskipanina á dekkinum, og farið í havn skjótast tilber, er ráðini.

 

Eftir framsýningina vóru fólk samd um, at talan er um eina rættiliga spennandi skipan.

 

Lelda: Søfart