* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Franska reiðaríið, SMA CGM, hevur fingið fyrsta skipið í einari røð av 15.000 teu bingjuskipum, sum eru útgjørd við umhvørvisvinarligastu skrubbara-sløgunum. Hetta eru skrubbarar, sum ikki koyra vaskaða svávulið á sjógv. Alt fleiri lond banna nýtslu av upplatnum skrubbarum.

 

Bingjuskipið, CMA CGM Zaphyr, byrjaði jomfrúferð sína úr Asia til Evropa 31. august og savnar skaðiligu evnini frá útlátinum í eina afturlatnað skipan – closed-loop scrubber. Seinni kann hetta so viðgerast í landi.

 

Skrubbaratøknin varð av álvara tikin í nýtslu, tá IMO lækkaði markið fyri svávulútláti.

 

Nógv flestu skrubbararnir sleppa svávuldálkaða vatninum á sjógv, og tað hevur fingið fleiri lond at banna nýtslu av hesum slagnum av skrubbaraskipanum í teirra sjóøki.

 

Turkaland legðist í apríl í ár aftrat listanum við londum, sum ikki loyva upplatnum skrubbarum.

 

Men nú eru nýggjastu bingjuskipini hjá CMA CGM tilreiðar at taka reinsaða svávulið við í land.

 

Sambært BIMCI-tøl fyri aprí í ár eru sløk 4.000 skip útgjørd við skrubbara, og tað er nærum tvífalding samanborið við 1. januar í 2020, tá reglurnar vórðu tiknar í nýtslu.

 

Kelda: CMA CGM / Maritimedanmark