* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kríggið millum Russland og Ukraina ávirkar sjóvinnuídnaðin.

Nýggj kanning: Avleiðingar av krígnum raka sjóvinnuídnaðin

Síðan Russland í februar leyp á grannalandið Ukraina, hevur mongdin av revsitiltøkum móti Russlandi verið størri og størri. Túsundtals fyritøkur eru rýmdar úr Russlandi og hava steðgað øllum samhandli við Russland, og hetta merkist í sjóvinnuídnaðinum.

 

Eins og undir koronukreppuni hevur Danske Maritime gjørt eina spurnakanning millum limir felagsins at lýsa, hvussu veruliga støðan ávirkar limirnar.

 

Í samhandlinum við Russland og/ella Ukraina vísir kanningini, at millum tær fyritøkur, sum hava verið við, hevur umleið helvti samband við tey bæði londini. Tey flestu kortini í minni mun.

 

Hyggja vit so gjøgnum kikaran at Russlandi, so er fjórðahvør fyritøka ávirka av revsitiltøkunum, og einstakar fyritøkur eru eisini bundin av at fáa smálutir/komponentar haðani. Meira enn fjórðahvør fyritøka hevur peningaflytingar við Russland, sum eru ávirkaðar av tiltøkunum, og meira enn níggju prosent hava eisini russisk arbeiðsfólk.

 

- Hóast danskar fyritøkur stuðla revsitiltøkunum, er tað kortini við blandaðum kenslum, sigur Jenny Braat, forstjóri hjá Danske Maritime.

 

- Tað kann ljóða lætt at kvetta sambondini við Russland, men í veruleikanum er tað so mangir lutir í hesum, og tí er hetta ein trupul fløkja at loysa. Tað eru so nógv lið í tí at reka eitt skip, sigur Jenny Braat við danskemaritime.dk.

 

Kelda: Danskemaritime