* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj grønlendsk sjókort sett á standby

Útflytingin av Geodatastýrinum fekk útgávuna av grønlendskum sjókortum at steðga brádliga. Higartil eru 32 av 73 ætlaðum pappírssjókortum útgivin. Írestandi 41 sjókortini eru seinkað, inntil ein nýggj framleiðsluætlan fyriliggur innan árslok í ár.

Sum lið í útflytingarætlanini hjá stjórnini, Betri Javnvág, flytir Geodatastýrið í november 2016 til Aalborg. Undan flytingini fóru tveir triðingar av meðarbeiðarunum úr størvum sínum ella vórðu uppsagdir, harav 14 av 15 meðarbeiðarunum, sum arbeidduvið grønlendskum sjókortum.

Útflytingin av Geodatastýrinum til Aalborg steðgaði harvið útgávuni av dagførdum grønlendskum sjókortum og av elektroniskum sjókortum og detailupplýsingum í óásetta tíð. Ætlanin er nú, at ein nýggj framleiðsluætlan skal avtalast fyri grønlendsku sjókortini innan árslok í ár, herundir væntað evstamark fyri framleiðsluni.

Ítøkiliga merkir hetta, at navigerast skal við vanligum navigeringshættum í teimum umráðum, sum einans eru fevnd av gomlum sjókortum, tí ”nútýðar” GPS data og dátuni í gomlu sjókortunum ikki passa saman. Har bert gomlu kort finnast, eru ongi elektronisk sjókort, og ECDIS kann tí ikki brúkast á teimum leiðunum.

Geodatastýrið upplýsir, at sjálv sjóuppmátingin av grønlendsku farvøtnunum ikki er ávirkað av útflytingini av Geodatastýrinum. Sama er galdandi fyri regluligari almannakunngering av týdningarmiklum siglingarupplýsingum, sum verða mettar at vera til vanda fyri sjóferðsluna í Grønlandi.

Kelda: Søfartens Ledere