* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja iranska korvettin - Suleiman, ein tvíkilja, útgjørd við millum annað rakettum.
Iranski flotin hevur ment eitt heilt nýtt slag av framkomnum tvíkiljum, útgjørdar við tungum vápnum sum missilum og dronum. Fyrsta korvettin er júst handað iranska flotanum og hevur fingið navnið Shahid Soleimani, uppkallað eftir gereralinum Qaasem Soleimani, sum doyð í einum amerikonskum dronuálopi í 2020.

Iranar hava ætlan um at lata smíða tríggjar missilkorvettir av hesum sama slagnum.

Shahid Soleimani er fyrsta iranska herskipið, sum er útgjørt við loddrættari skotrampu til missilir/rakettir - við spreingiløðing. Korvettin hevur tvey sett av hesari útgerð við 22 missilum móti flogførum og yvirflatumálum.

Vápnapakkin hevur 6 krússaramissilir, ymiskar yvirflatu- og undirsjóvar dronur - pluss eina tyrlu umborð.

Kelda: Maritimedanmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=nNjPIFyrNiI]
Sjónbandamyndir av spildurnýggju iransku korvettini - ein stór tvíkilja.