* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja russiska granskingarstøðin í gerð á skipasmiðju í Skt. Pætursborg.

Á Admiralty Shipasmiðjuni í Skt. Pætursborg smíða tey í løtuni 10.000 GT stóra, Severnny Polyus, sum verður ein flótandi russisk granskingarstøð. Tað er almenna russiska granskingarfelagið, Roshydromet, sum letur flótandi granskingarstøðina byggja.

 

83 metrar langa granskingarstøðin, Project 00903, fer at gera tað møguligt hjá russiskum granskarum at granska í arktiskum øki alt árið.

 

Skipið, sum kostar 100 milliónir dollarar at smíða, er útgjørt við egnari framdrift. Tað fer at kunna arbeiða í upp í 2 ár í senn, og fer at taka ímóti útgerð frá tyrlum og ísbrótarum.

 

Ætlanin er, at granskingarstøðin verður sett í drift fyrstu ferð í 2022.

 

Tað skrivar Maritimedanmark.dk.