
Ein nýggj og broytilig brennisellu-tøkni skal kunna minka útlátið í skipaferðsluni millum lond úr 40 prosentum heilt upp í 100 porsent.
Tað var á ársfundinum hjá Norska Reiðarafelagnum, at stjórin fyri burðardygd í Odfjell, Øysten Jensen, boðaði frá nýggju brennisellutøknini. Hann greiddi frá, at reiðaríið arbeiðir saman við fleiri pørtum fyri at minka veðurlagstrýstið.
- Tað eru 50.000 skip í heiminum av sonevnda “deep-sea” slagnum. Odfjell SE hevur 90 teirra, og haraftrat kemikaliumiðstøðir kring um í heiminum. Vit hava sett okkum stór mál skiftið til veðurlagsvinarliga tøkni, segði hann og vísti til ráðstevnuna, sum hevði heitið, Transition.
Í ársfrágreiðingini, sum felagið legði fram fríggjadagin í farnu viku, tekur tøknistjórin í Odfjell SE, Eirik Hjortland, undir við Øystein Jensen. Hjortland sigur, at reiðaríið úr Bergen samstarvar við Prototech, Wärtsilä og Lundin Energy Norway í at menna eina slóðbrótandi brennievnisloysn fyri “havgangandi” skip og frálandsvinnuna.
- Málið er at menna eina tøkni, sum hevur við sær eina brennievnisloysn á longri teinum uttan útlát. Kjarnin í pilotætlanini er eins einføld, sum hon er fjøltáttað: tað er brennievnisliga rakstrarbroytiligt (drivstoff fleksibelt). Nýggja tøknin letur upp fyri nógvum ymiskum sløgum av brennievnum, millum annað grønum ammoniakki og LNG, skrivar Eirik Hjortland.
Kelda: Skipsrevyen