* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Japanska skipasmiðjan, Onomichi Dockyard.

Hvør tímir at sova við síðuna av einum ammoniakktanga? So einfaldan heldur Taksi Nakabe, stjóri á japansku skipasmiðjuni, Onomichi Dockyard, tørvin vera á, at tú skal síggja øðrvísi upp á skipasnið – samstundis sum alternativ brennievni verða tikin í nýtslu.

 

Vanliga verður yvirbygningurin á einum skipi settur har afturi á skipinum, sama stað sum høvuðsmotorurin, og sostatt eisini mest logiska staðið at seta tangarnar við alternativum brennievnum. Men sæð í mun til trygdina er tað ikki besta staðið, sigur Taksi Nakabe, sum vil hava yvirbygningin fram í gron.

 

Eitt bingjuskip við 0-útláti við einum kapasiteti upp á 20.000 teu er sambært Taksi Nakabe órealistiskt. Sambært hann gevur tað størri meining at smíða 40 smærri skip við einum kapasiteti upp á 500 teu hvørt. Tá verður tað kanska møguligt at røkka 0-útláti.

 

- Smærru skipini kundu møguliga verið gjørd autonom (sjálvsiglandi), segði Taksi Nakabe í einum innleggi á TradeWinds Japanese Shipowners Forum.

 

Kelda: Tradewinds/Maritimedanmark