* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
1. februar hækka prísirnir í Suezveitini.

Ætlaða príshækkingin upp á seks prosent í Suezveitini fer væntandi at økja umsetningin við 2,6 milliardum krónum.

 

Frá februar í ár verður tað seks prosent dýrari at fáa skip gjøgnum Suezveitina. Orsøkin til príshækkingina er alheims búskaparstøðan og útreiðslur í sambandi við skipaferðslutænastur.

 

Tvey skipasløg sleppa undan príshækkingunum, tey eru reikferðaskip og skip, sum ferma LNG-brennievni.

 

Roknað verður við, at príshækkingin fer at økja umsetningin í veitini við 400 milliónum US-dollarum ella umleið 2,6 milliónum krónum. Tað upplýsir formaðurin hjá Suez-myndugleikunum, Osama Rabea, sambært gCaptain.

 

Raba hevur upplýst, at tað kann koma upp á tal at geva betri prísir fyri skip, sum onkursvegna fylgja umhvørvisvinarligum standardum.

 

Príshækkingarnar verða settar í verk, minni enn eitt ár eftir óhappið við Ever Given, sum forðaði allari ferðslu í Suezveitini í seks dagar.

 

Kelda: Søfart / gCaptain