* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norski miðilin, Maritimt.com, skrivar, at Kongsberg Maritime hevur gjørt sáttmála við Tersan-skipasmiðjuna í Turkalandi um fýra elektrisk spøl av slagnum “EasyDRIVE” við “SmartPOWER PM-motori” til nýggja trolaran hjá JFK. Hesi spølini verða mett at vera rættiliga góð og álítandi.

 

Nýggi trolarin hjá JFK verður trettanda fiskiskipið, sum verður útgjørt við hesum slagnum av spølum. Maritimt.com veit at siga, at spølini higartil hava koyrt uttan trupulleikar í 200.000 tímar. Hendan loysnin ger tað møguligt at kopla motorin á spælinum beinleiðis til trumluna – uttan girkassa.

 

Aftrat framkomnu spølunum skal Kongsberg Maritime levera eina eftirlits- og yvirvakingarskipan og eina sonevnda “Variable Speed Drive-skipan”. Hesar báðar skipanirnar arbeiða saman, og tryggja driftstrygdina, og eru ment at fara serliga væl við veiðuni.

 

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur við Maritimt.com, at felagið hevur verið kundi hjá Kongsberg/Brattvåg í nógv ár, og eru sera væl nøgd við teirra framleiðslur og tænastur.

 

- Higartil hava vit brúkt hydraulisk spøl, men tá vit nú hava í boði at fáa elektrisk spøl, hava vit valt at taka av til nýggja trolaran, sigur Hanus Hansen.

 

Nýggi trolarin hjá JFK verður 86 metrar langur.

 

Kelda: Maritimt.com