* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Trade Finance er farið at taka kappingina upp við bankarnar.

Nýggi ‘bankin’ hjá Mærsk væntar stóran vøkstur

Maersk Trade Finance er veruliga farið inn á økið hjá bankunum og hevur lánt slakar tvær milliardir krónur út til Mærsk-viðskiftafólk síðani 2015.

 

Í dag hevur Maersk Trade Finance latið skrivstovur upp í seks ymiskum londum, og tað er bara byrjanin, skulu vit trúgva stjóranum, sum situr í Mumbai. Mumbai er høvuðsstaður í indiska státinum, Maharashtra.

 

Við at hava lastina hjá viðskiftafólkum í sínum valdi er Maersk Trade Finance nakað, sum ongin banki kann leika upp ímóti.

 

Haraftrat liggur reiðaríið inni við mongdum av data um kundarnar, og tað hevur ein vanligur banki ella kreditfelag heldur ikki. Tey skulu fyrst fáa eina rúgvu av upplýsingum (data), áðrenn tey yvirhøvur kunnu taka støðu til at veita eitt lán.

 

So alt bendir á, at Maersk Trade Finance er í gongd við at taka kappingina við alheims bankar upp av álvara.

 

Kelda: Søfart o.o.