* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú standa eldri og veikir borgarar í Føroyum fyri tørni at koppsetast móti Covid-19.

Tíðarætlan er nú gjørd fyri koppsetingina næstu vikurnar. Gongst sum ætlað, verða fólk í serligum vandabólkum og fólk omanfyri 85 ár koppsett, tá mars mánaði er úti, umframt ein stórur partur av teimum, sum eru millum 75 og 85 ár. Landsstýrismaðurin fegnast um, at fólk nú vita, hvussu leikur fer næstu vikurnar.

Koppsetingarætlanin í sambandi við koronufarsóttuna er víðka, so hon fevnir um enn fleiri fólk. Somuleiðis er ein tíðarætlan gjørd fyri koppsetingunum næstu tíðina.

Heldur ætlanin, er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og landsins elstu borgarar, tá mars mánaði er runnin.

Landsapotekarin tekur tó fyrivarni fyri, hvussu veitingin av vaksinu verður eftir tað, men í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen) hava tey alment boðað frá, at tey rokna við, at øll tey, sum skulu koppsetast í Danmark, eru koppsett við endan á juni mánað.

Heldur tann forsøgnin, eigur tað at merkja, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá. Tí Føroyar fáa vaksinu frá Statens Serum Institut eftir fólkatalinum, og tað merkir, at eins nógvir skamtar av vaksinu eru til hvønn føroying, og tað eru til danir. Higartil hevur tað tó verið lutfalsliga meira av vaksinu til føroyingar, tí vit hava fingið heilar kassar hvørja ferð.

Hesa vikuna fer koppsetingin av búfólki á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum í gongd, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini verða koppsett. Síðani legst so líðandi afturat við øðrum bólkum.

Í nýggju kunngerðini sær raðfestingin og tíðarætlanin fyri komandi vikurnar soleiðis út:

  • Vika 53 – vika 2 (30. desember – 17. januar)
    • Starvsfólk í fremstu røð
  • Vika 2 (11. – 17. januar)
    • Búfólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði
  • Vika 3 (18. – 24. januar) 
    • Persónar, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka.
  • Vika 4 (25. – 31. januar)
    • Avvarðandi hjá persónum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19 (tað eru sjúklingar, sum verða koppsettir í viku 3).
  • Vika 5 (1. -7. februar)
    • Perónar, ið hava fylt 85 ár
  • Vika 6 – 9 (8. februar – 7. mars)
    • Endurkoppseting (annað prikið)

Allar innkallingar til koppsetingarnar eru skipaðar eftir avtalu við sjúkrahúsverkið.  Tey í serligum vandabólki og avvarðandi teirra fáa boð frá læknanum, sum tey eru knýtt at í sjúkrahúsinum. Røktarkrevjandi fólk fáa boð frá eldrasamstørvunum, og heimabúgvandi, sum hava fylt 85 ár fara eisini at fáa boð frá sjúkrahúsverkinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er fegin um, at greiður leistur nú er fyri koppsetingargongdini fram eftir.

Kelda: Heilsumálaráðið