* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bulkfarmaskip bíða eftir at sleppa í havn í Kina.

Eftir nærum seks mánaðum umborð á MSC Anastasia, sum hevur ligið fyri akker uttanfyri eina kinesiska havn, kunnu 18 sjófólk í dag endiliga fara í land og venda nøsina heim, tá skipið kemur í havn í Japan. Men hundraðtals onnur sjófólk bíða framvegis.

 

Tey 18 sjófólkini, sum endiliga fáa fast undir føti aftur, eru millum tey hepnu. Mett verður, at í løtuni liggja 61 bulkfarmaskip uttanfyri kinesiskar havnir við avstralskum koli, men sum kinesisku myndugleikarnir forða fyri kemur í land. Og so eru tað keyparar, ið ikki vilja lata skipini fara avstað aftur.

 

Óttin fyri teimum 1.200 sjófólkunum umborð bara økist fyri hvørja viku, ið fer.

 

Sambært Seatrade Maritime News terir støðan ógvuliga nógv upp á manningarnar, og ein av manningini umborð á MSC Anastasia royndi í farna mánaði at taka seg av døgum.

 

Men nú er útlit til, at manningarskifti verður, nú skipið kemur í japanska havn.

 

Sambært gCaptain ætlar Kina at loyva nøkrum fáum skipum at koma í havn, lossa og fremja manningarskifti. Men tað verður ikki gerandisdagur, sambært kinesisku mindugleikunum.

 

Kelda: Maritimedanmark / gCaptain