* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyri fyrstu ferð síðan januar falla gjøldini á langtíðarsáttmálum í bingju-sjóvinnuni, vísir Xeneta Shipping Index. Fallið í september er upp á 1,1 prosent og bara triðja seinastu 21 mánaðirnar. Men tað verður neyvan tað seinasta.

 

- Tað skuldi henda fyrr ella seinni, sigur Patrik Berglund, CEO í Xenata í eini viðmerking til fallið.

 

- Vit hava havt ein støðugan og onkuntíð ógvusligan vøkstur í langtíðar sáttmála-gjøldum síðan koronufarsóttin byrjaði. Tað hevur havt við sær methøgan vinning til flutningafyritøkurnar til ótta fyri fíggjarliga sperdu avskiparnar. Men komandi umleið tveir mánaðirnar eru greið tekin um eitt marknaðskifti, sigur Berglund.

 

Meðan tað seinastu tvey árini hevur veri Marknaðurin hjá flutningsfyritøkunum, síggja skipini út til at eiga fjórða og seinasta ársfjórðingin.

 

Støðið er kortini framvegis høgt. Hóast fallið liggur Xeneta Shipping Index nú 112 prosent hægri enn í september í 2021, og Xeneta-stjórin framvegis sær høg gjøld komandi tíðina.

 

Kelda: Maritimedanmark