* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu reikferðaskipunum hjá Norwegian Cruise Line, Norwegian Pearl.

Norwegian Cruise Line hevur avlýst ferðir hjá átta av skipum sínum, onkur teirra so seint sum seinast í apríl mánað grundað á Omicron. Hetta var ein rættuligur kjaftfiskur at fáa hjá reikferðavinnuni, sum hevur bløtt serliga nógv undir koronufarsóttini.

 

Skrivstovan hjá Norwegian Cruise Line Holdings Ltd tók avgerðina, eftir at myndugleikarnir í USA boðaðu frá nærum einari millión nýggjum staðfestingum av koronu bara í ein dag, tað higartil mesta í USA.

 

- Vísandi til ferðaavmarkingarnar noyðast vit at avmarka nakrar ætlaðar ferðir, sigur Norwegian Cruise.

 

Reikferðareiðaríið, sum krevur øll, sum koma umborð, koppsett, noyddist eisini at avbróta ein 12 dagar túr til Miami við Norwegian Pearl, og eisini her var orsøkin Covid-19.

 

Amerikanski stovnurin fyri sjúkueftirlit, CDC, hevur sett í verk kanningar av málum umboðr á 94 skipum, teirra millum fleiri skip hjá Norwegian Cruise.

 

Heilsumyndugleikarnir, sum í farnu viku ráddi fólki frá at ferðast við reikferðaskipum, byrjar at gera kanningar, tá í minsta lagi 0,10% av ferðafólkunum eru staðfest við koronu.

 

Kelda: MarineLink