* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tað hevur ongantíð verið størri grund at raka norskan gassútflutning til Evropa, sigur granskari og ávarar um trygdina kring norskar gassleiðingar. Norska stjórnin sigur trygdarstigið vera høgt í norskum øki eftir lekan frá Nord Stream.

 

Ståle Ulrikesen, háskúlalektorur við Hernaðarskúlan heldur lekarnar á Nord Stream snúgva seg um russiskt herverk.

 

- Eg haldi tað vera Russland, sum vil minka gassveitingarnar uttan at siga tað, sigur Ulriksen við E24.

 

Lekarnir eru avdúkaðir stutt uttan fyri Bornholm.

 

Háskúlalektorin sigur, at norsk gass- og orkuveiting ongantið hevur havt størri týdning enn júst nú.

 

E24 skrivar, at eftir at Russland gavst at veita gass til Evropa gjøgnum Nord Stream 1 seinast í august, er Noreg vorðið ein týdningarmikil gass-leverandørur.

 

- Tí hevur tað ongantíð verið størri grund at oyðileggja norsku veitingarliðini enn júst nú, sigur Ståle Ulriksen, lektor á hernaðarskúlanum í Noregi.

 

E24 og VG


Sí sjónbandaupptøkur niðanfyri!



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=3HMi3YG13pg]
Gasslekar norðanfyri Bornholm.