* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskur frálandsreiðari finst hvassliga at Røkke

Fyrrverandi norski frálandsmiljarderurin, Åge Remøy, finst í samrøðu við Dagens Næringsliv hvassliga at Aker-stovnaranum, Kjell Inge Røkke. Frálandsreiðaríið hjá Remøy, Rem Offshore, varð á sumri 2016 yvirtikið av Kjell Inge Røkke. Ein tilgongd, ið fór fram uttanum Remøy sjálvan, sum royndi at útvega undirtøku frá bankum og kreditorum til eina bjargingarætlan. At enda brúkti Kjell Inge Røkke ognarlut sín í lánsbævalánunum í reiðarínum til at atkvøða ímóti uppskotinum, og ístaðin endaði Rem Offshore sum partur av norska frálandsrisanum Solstad Farstad, sum umfatar fýra reiðarí hjá Røkke og Fredriksen.

 "Eg sat væl um sátt við Røkke. Eg hevði bæði keypt og selt fiskiskip til hansara. Vit kendu hvørannan væl. Kortini stakk Røkke meg í ryggin. Eg eri ovfarin av, at hann kundi finna upp á tað," sigur Åge Remøy í dag við Dagens Næringsliv, har hann harumframt svarar greitt ja til spurningin um, hvørt hann vónar, at alt miseydnast hjá Røkke.

Vísa øllum ákærum aftur

Sambært Remøy keypti Røkke lánsbrævalánini í Rem Offshore, eftir at ein avtala við bankar og kreditorar var fingin í lag. Og soleiðis ber ikki til at gera ímóti fólki, ein hevur havt gott samband við gjøgnum árini, heldur Remøy.

Bæði Lars Peder Solstad, stjóri í Solstad Farstad, og samskiftisstjórin í Aker, Atle Kigen, vísa øllum ákærunum hjá Åge Remøy aftur.

"Vit kenna ikki uppáhaldini og lýsingarnar hjá Åge Remøy aftur. Remøy hevur givið okkum og øðrum lánsbrævaeigarum munandi tap.Vit valdu at verja okkara áhugamál og hildu, at besta loysnin fyri at endurvinna virðini var at leggja Solstad og Rem Offshore saman. Tað fingu vit góðkenning til," sigur Atle Kigen við Dagens Næringsliv.

Í dag hevur Åge Remøy saman við einum íslendskum og einum svenskum íleggjara gjørt íløgur upp á eina hálva miljard norskar krónur í felagið Nord Vest, sum hevur keypt Forland Shipping og 60 pst. av Vestland Offshore.

Kelda: shippingwatch.dk