* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eitt felag hjá norska flogfelagnum, Widerøe, nevniliga Widerøe Ground Handling, segði hundraðtals starvsfólk úr starvi í fjør orsakað av koronusmittuni. Nú hevur felagið gjørt nýggja avtalu við Wizz Air, og vónar tískil at seta fleiri av uppsøgdu starvsfólkunum aftur í starv.

 

- Enn er ov tíðliga at siga nakað neyvt um málið, men vit vænta at kunna bjóða einum parti av uppsøgdu starvsfólkunum starv aftur, skrivar stjórin í Widerøe Ground Handling, Marius Myhre, við norska miðilin, E24.

 

Nýggja avtalan umfatar allar flogvøllir í Noregi, har sum Wizz Air hevur rutur – umframt Oslo: Ålesund, Bergen, Molde, Bodø, Haugesund, Kristiansund, Stavanger, Tromsø og Trondheim.

 

Wizz Air ger sáttmála við Widerøe Ground Handling um tænastur sum innkekking, ferðafólkahjálp, lossing av viðføri og farmi, fráboðanir til flog-starvsfólk og aðrar tænastur, sum flogfør hava tørv á á flogvøllum.

 

Kelda: e24.no