* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskt cruiseskip hart rakt av illveðri

Hóast ferðamannaskipið Norwegian Breakaway er nærum tríggjar fótbóltsvøllir langt og er upp á 150.000 GT, er tað kortini ikki púra óávirkað av havinum rundan um seg. Hetta gjørdist greitt fyri gestirnar umborð, tá skipið í síðstu viku rendi seg í illveður á veg aftur til New York úr Bahamas.

Videoupptøkur frá túrinum, sum liveleak.com hevur almannakunngjørt, vísa, hvussu stóra ferðamannaskipið varð skumpað aftur og fram í aldunum, og ferðafólk mugu flýggja úr kømrum sínum orsakað av sjógvi, ið brýtur inn.

Summi ferðafólk valdu at fara í bjargingarvestarnar, meðan onnur varðveiddu trúnna á sjódygdina hjá skipinum. Tey seinnu vístu seg tíbetur at fáa rætt.


Kelda: maritimedanmark.dk