* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Inni í Svituni á einum av uppstigaðu skipunum hjá Skundrutuni.

- Vit vænta fleiri skandinavisk ferðafólk, sigur aleksander Kibsgaard, hotellstjóri á Richard With, við norska miðilin, Skipsrevyen.

 

Fimm av skipunum hjá norsku “Hurtigrutuni” hava fingið stórar umvælingar, og eru samtundis nútímansgjørd ella uppraðfest á fleiri økjum. Eitt teirra er skipið, sum er uppkallað eftir stovnaranum á norsku Skundrutuni, MS Eichard With.

 

Skipini hava millum annað fingið nýggj og nútímans kømur. Fleiri av kømrunum eru marglætiskømur, og fleiri hava fingið dupultsengur. Eisini stílurin í vali av tilfari er uppstigaður.

 

Nakrar av svitunum hava fingið karnapp, soleiðis at tú bókstavliga kannst standa úti og síggja stórhavið – og í hesum føri – norsku natúruna væl og virðiliga.

 

- Vit vænta fleiri skandinaviskar gestir í framtíðini, sigur hotellstjórin á MS Richard With, Aleksander Kibsgaard.

 

- Vit sóu tað longu í fjør. Ein avleiðing av farsóttini er, at skandinavar ferðast meira í egnum landi. Nógv hungra eftir at ferðast, men ræðast kanska at fara langt burtur frá heimlandi sínum. Tí vænta vit nógv fleiri skandinavisk ferðafólk umborð á heimsins vakrastu sjóferðum, sigur hotellstjórin.

 

Kelda: Skipsrevyen