* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska Hurtigrutan fer at gera íløgur fyri einar 5,5 milliardir krónur í grøna tøkni.

Norska hurtigrutan fer at sigla upp á deyðan fisk

Hurtigrutan ger íløgur fyri einar 5,5 milliardir danskar krónur í grøna tøkni og býtur diesel út við ravlað/battarí og lívvirkið brennievni úr millum øðrum deyðum fiski og avfalli.

 

Deyður fiskur verður partur av brennievnisblandinum, sum í framtíðini verður at finna í tangunum á skipunum hjá norsku Hurtigrutuni.

 

Felagið ger íløgur fyri umleið 5,5 milliardir krónur í grøna tøkni og fer at skifta diesel út við eina blanding av LNG og flótandi lívvirknum brennievni frá aling, skógar- og landbrúki.

 

- Biogass er mest umhvørvisvinarliga brennievnið, sum finst í dag. Meðan flestu av kappingarneytum okkara framvegis sigla upp á bíliga, dálkaða tungolju, fer náttúran at reka okkara skip, sigur samtaksstjórin í Hurtigrutuni, Daniel Skjeldam.

 

Hann sigur, at málið hjá teimum er at sigla heilt uttan útlát, men hann vísir samstundis á, at tørvur er á fleiri, sum eru sinnað at brúka umhvørvisvinarligt brennievni.

 

Kelda: Shippingwatch