* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum, sum eru skrásett í NIS, ið er norska altjóða skipaskrásetingin.

Norska flaggið er væl umtókt

Talið á skipum í norsku altjóða skipaskrásetingini er støðugt vaksið seinastu árini og er nú tað mesta síðani 2008. Norska Reiðarafelagið fegnast.

Tað er síðani fleiri lógarbroytingar vórðu gjørdar, at tað er vorðið betur dámt at skráseta seg í norsku altjóða skrásetingini.

Sambært Norska Reiðarafelagnum, sum vísir til eina grein í Finansavísini, er talið á norsku altjóða skipaskrásetingini (NIS) vaksið úr 535 upp í 615 í 2016.

- Vit fegnast um ja-ligu gongdina. Nógv norsk reiðarí vilja hava norskt flagg, og við fleiri skipum undir norskum flaggi tryggja vit eisini fleiri arbeiðspláss og styrkja Noreg sum maritima tjóð, sigur Harald Solberg, stjóri í Norska Reiðarafelagnum.

 

Kelda: Shippingwatch