* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havyard Ship Technology í Leirvik í Noregi.

Eitt smittuherindi av koronu á norska “Havyard Ship Technology” í býnum Leirvik, hevur lagt skipasmiðjuna lamna.

 

Fyrr í mánaðinum boðaði skipasmiðjan frá, at hon stongdi fyribils, eftir at fýra starvsfólk vóru smittað við koronavirusi.

 

Seinni varð stongsulin longdur til 17. oktober, eftir at smittan hevði breitt seg til 17 fólk. Nú er avgjørt, at stongsulin verður longdur einaferð enn. Tað hendir, eftir at royndir vísa, at 75 fólk eru smittað aftrat, og hesi kunnu øll setast í samband við norsku skipasmiðjuna.

 

Havyard Ship Technology sigur, at longdi stongsulin fer at seinka arbeiðnum við teimum skipum, sum í løtuni eru á skipasmiðjuni.

 

Kelda: Shippingwatch