* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skundferjan, Kong Harald, sendi út neyðarkall týskvøldið, eftir at ferjan hevði fingið maskinskaða í ringum veðri út fyri Hustadvika og rak inn móti ógvuliga grýtutum fjørulendi. Myndugleikarnir sendu beinanvegin fýra bjargingartyrlur og fleiri bjargingarskip avstað.

 

Tá skipið sendi út neyðarkall, vóru 306 ferðafólk umborð.

 

“Mayday, mayday. Hetta er MS Kong Harald. Vit hava onga framdrift,” vóru boðini frá skipinum, sum longu tá hevði slept akkerunum.

 

Áðrenn hjálpin kom fram, eydnaðist tað maskinmanningini at fáa gongd aftur á annan høvuðsmotorin, og sostatt at forða fyri at ferjan rak inn á klettastrondina.

 

Seinni setti Skundrutu-ferjan kós móti Molde, hagar hon kom mikunáttina.

 

Óhappið hjá MS. Kong Harald hendi nærum í sama stað sum ferðafólkaskipið, Viking Sky, fekk stórar trupulleikar í mars 2019.

 

Kelda: Maritimedanmark