* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norrøna skal í dokk í Danmark frá desember í ár til mars í næsta ár. Tá fær hon millum annað 50 spildurnýggj tveymanskømur.
Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen

Einasta ferðafólkaskipið í fastari rutu í Norðuratlantshavi skal uppstigast, og skipið fer tískil í dokk frá desember í ár til mars í 2021.

 

Norrøna skal hava 50 tveymanskømur aftrat, og ein spildurnýggj matstova verður eisini gjørd á ovasta dekkinum.

 

- Ferðamynstrið broytist, ferðafólk seta onnur krøv í dag, enn tá Norrøna varð sett í rakstur. Samstundis er eftirspurningurin eftir smærri kømrum vaksin, tí fær Norrøna nú sett eitt eyka dekk á skipið, sigur Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarstjóri hjá Smyril Line, við Standby.dk

 

Í fjør sigldu umleið 120.000 ferðafólk við Norrønu – fyri tað mesta týskarar. Hetta eru ofta ferðafólk, sum steðga í Føroyum nakrar dagar, og fara so víðari til Íslands. Annars sigla nógvir danir, føroyingar, hollendingar og fransmenn eisini við Norrønu.

 

Norrøna skal í  dokk á Fayard-skipasmiðjuni við Munkebo á Fjóni millum 19. desember í ár og 4. mars næsta ár. Eftir tað verður fyrsti túrurin hjá Norrønu væntandi til Føroya og Íslands 6. mars 2021.

 

Kelda: STANDBY.dk og Smyrilline