* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norrøna á veg út av Havnini. (Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen)

Í løtuni er Norrøna til umvæling og umbygging á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo, har hon skal snøggast og nútímansgerast. Norrøna fór á skipasmiðu í desember í fjør, og arbeiðið verður væntandi liðugt, soleiðis hon kann fara í regluliga sigling aftur í mars í ár.

 

Í tíðindabrævi skrivar Smyril Line millum annað:

 

Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Men nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.
 
"Vit hava tørv á fleiri kabinum og væl betri uttandurafasilitetum," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
 
"Tískil fara vit at økja talið á kabinum við áleið 50," sigur hann.
 
Nýggju kabinurnar, sum stjórin sipar til, eru dupultkømur.
 
Á dekk 10 fær skipið eina nýggja café við góðum møguleikum at njóta tíðina úti í Atlantshavi. Í sama sambandi verður nógv annað broytt og bøtt. Eitt nú verður nýtt, snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðafólk at slappa av í og bara njóta tað.
 
"Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið okkara kundar hava," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

 

Kelda: Smyril Line