* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi trolarin hjá norðmonnum, Olympic Prawn.

Í desember handaði Cemre Shipyard í Turkalandi spildurnýggja trolaran, Olympic Prawn, til eigararnar, Olympic Seafood AS, í Fosnavåg í Noregi. Rækju- og verksmiðjutrolarin er bygginummar 66 hjá skipasmiðjuni, og er ravmagniserað, tað er at útgerðin, t.d. spølin, verður rikin við ravmagni.

 

Nýggi trolarin er smíðaður til fiskiskap í arktiskum sjógvi og hevur fiskirættindi og viðgerðarorku bæði til rundan fisk og rækjur.

 

- Hetta er ein nýggjur og framkomin trolari, har arbeitt hevur verið undir heitinum “smartari, grønari og tryggari.” Dentur hevur verið lagdur á minni orkunýtslu og minni útlát, og á tann hátt gongur hann undir framtíðar ætlan okkara um burðardygga veiðu á sjónum, sigur stjórin í Olympic Seafood AS, Stig Remøy.

 

Orkuvinarligur

Skipsrevyen skrivar, at Olympic Prawn er fullravmagniseraður við seinastu tøknini á øllum økjum. Skipið skal bæði vera orkuvinarligt og umhvørvisvinarligt, tað hevur orkueffektiv PM-trolspøl og Promas stýriskipan.  Nýggi trolarin verður umhvørvisvinarligur – við katalysatori, sum avmarkar útlátið av umhvørvisgassum, og so hevur tað eisini blendings/hybrid-framdráttarmegi.

 

Verksmiðjan umborð er automatiserað. Rækjuveiðan verður koyrd á verksmiðjuna, meðan fiskurin verður blóðgaður og frystur. Frystiorkan er 85 tons um samdøgrið, og skipið er innrættað til í alt 29 fólk. Dentur er lagdur á trygd og høgleika hjá manningini.

 

Kelda: Skipsrevyen