
Aftan á fundin við týska kanslaran Olaf Scholz mánadagin, upplýsir norski forsætisráðharrin Jonas Geir Støre, at Noreg og Týskland fara at menna samstarvið á orkuøkinum.
- Samstarvið snýr seg um menning innan øki sum vatnevni/hydrogen, kolevnisgoymslu, havvindorku og ravlaðsframleiðslu (battarí), sigur norski forsætisráðharrin.
Teir báðir tosaðu um tær avbjóðingar, Evropa hevur fyri framman: Kríggið í Ukraina, grøna skiftið, orku og evropiskt samstarv.
- Vit hava havt eitt umfatandi orkusamstarv við Týskland í nógv ár. Nú útbyggja vit hetta samstarvið víðari innan øki sum vatnevni, kolevni, havvind, ravlaðsframleiðslu og meira. Langtíðar ætlanirnar og loysnirnar er innan orku í Evropa og veðurlagsavbjóðingar, sigur Jonas Geir Støre.
Hann vísir á, at Týskland er týdningarmesti samstarvsfelagin hjá Noreg – í Evropa. Vit samstarva um, hvat gerast skal við kríggið í Ukraina, og víðarimenna orkusamstarvið innan nýggja orku. Støre sigur, at umvegis samstarv kunnu vit røkka felags málum um grønan ídnað og lægri útlát.
Kelda: E24.no