* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðurkoreanarar bygdu Esvagt-skrokk

Norðurkoreanskir tvingsilsarbeiðarar luttóku í byggingini av skrokkinum til Esvagt Njord, ið varð latin í 2016. Tað skrivar Berlingske við støði í skjølum, sum blaðið hevur fingið atgongd til. Esvagt-stjórin kallar upplýsingarnar "undranarsamar."

Sambært skjølunum vóru 19 norðurkoreanskir tvingsilsarbeiðarar við í byggingini av skrokkinum, sum norska skipasmiðjan Havyard fekk bygt á pólsku skipasmiðjuni Nauta. Norska skipasmiðjan hevði fingið til uppgávu at byggja SOV-skipið til Esvagt í 2014.

Pólska arbeiðseftirlitið staðfestir í eini frágreiðing í februar 2016, at norðurkoreansk arbeiðsmegi luttók í arbeiðnum.

“Eg má leggja dent á, at vit avgjørt onki vistu um hesi púra ógóðtakiligu arbeiðsumstøður, hvørki áðrenn, undir ella eftir at skipið varð latið frá Havyard Ship Technology í Norra til Esvagt,” sigur stjórin í Esvagt, Kristian Ole Jakobsen, við Berlingske og leggur aftrat:

“Høvdu vit havt illgruna um hetta, høvdu vit beinanvegin kravt nýbyggingarverkætlanina steðgaða og viðurskiftini broytt. Eg eri sera bilsin um, at hetta kann henda í einum landi sum Póllandi, sum er eitt europeiskt land. Vit hava sjálvir í tíðarskeiðum havt fólk at kanna byggingina av skrokkinum í Póllandi, og tey hava heldur ikki lagt nakað tílíkt til merkis.”

Norðurkoreansku arbeiðararnir vóru knýttir at pólsku vikarfyritøkuni Alson, sum sambært Berlingske er eitt av fleiri, sum eru við til at útvega arbeiði til teir 60.000 norðurkoreanararnar, sum verða sendir í tvingsilsarbeiði í útlandinum fyri at forvinna hørð gjaldoyru til stýrið í Norðurkorea.

Eisini Havyard skipasmiðjan í Norra harmast um málið:

“Vit hava ongantíð áður hoyrt um ella hugsað møguleikan fyri, at norðurkoreanarar ella aðrir arbeiðarar á Nauta, sum virkaðu undir slíkum ólógligum umstøðum,” skrivar Frank-Levi Kvalsund, varaformaður í Havyard, í einum telduposti til blaðið.

Skjølini, ið lýsa norðurkoreanska tvingsilsarbeiði, eru útvegað av týska miðlinum Vice, sum hevur gjørt ein sjónvarpsdokumentar um viðurskiftini.

Esvagt Njord er ikki fyrsta danska skipið, ið er bygt við hjálp av norðurkoreanskum tvingsilsabeiðarum. Í fjør avdúkaðu DR og Information, at eisini danska verjuskipið, Lauge Koch, varð bygt í Póllandi við hjálp av norðurkoreanskum tvingsilsarbeiðarum.

Málið um Esvagt-skipið er sambært Berlingske partur av somu byggigølu.

Kelda: Berlingske