* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrsta fult ravmagnaða ferjan í heiminum, Ampere, varð sett í sigling í Sognefjørðinum í Noregi í 2015.

Fríggjadagin í hesi vikuni fer norska stjórnin at leggja fram uppskot um nýggja veðurlagsætlan. Innanríkis skipaferðsla og fiskivinnan skulu minka útlátið við einari helvt áðrenn 2030 sæð í mun til útlátið í 2005.

 

- Tað gevur norsku sjóvinnuni stórar møguleikar. Noreg er ein sjófarandi tjóð við ernum siðaarvi. Grøna skiftið gevur skipasniðgevum nýggjar og spennandi avbjóðingar, eins og umhvørvistøkni-vinnan og arbeiðsfólk á norskum skipasmiðjum eisini fáa spennandi avbjóðingar, stendur í viðmerkingunum til nýggja uppskotið í Stórtinginum.

 

Maritima vinnan í Noregi vísir á, at Noreg longu nú er frammarlaga í grønu broytingini á fleiri økjum innan skipaferðslu.

 

- Fyrsta fult ravmagnaða ferjan í heiminum, Ampere, varð sett í drift í Sognefjørðinum longu í 2015, og tað var úrslitið av einari sonevndari menningarætlan, sum tað almenna stuðlaði, vísir vinnan á.

 

Í 2020 vórðu 26 ferjusambond í Noregi ravmagnaði, og í 2022 er ætlanin, at 70 ravmagnsferjur skulu vera í rakstri í Noregi.

 

Kelda: Skipsrevyen




[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=a6Lp-qV9ZJU]
Sjónbandamyndir av \"Ampere\".