* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nógvar ferðbøtur givnar í Kanada

Kanada hevur sett hámarksferð í gildi fyri øll skip yvir 20 metrar í St. Lawrence Flógvanum til tess at verja hvalastovnin. Mong skip halda kortini ikki ferðina, og tað kostar bøtur.

Eftir vaksandi hjáveru av hvalum og fleiri ásiglingar gjørdu kanadisku myndugleikarnir í august av at seta í verk eina hámarksferð upp á 10 knob í farvatninum millum Quebec og Prince Edward Island fyri størri skip, og tað hevur higartil havt við sær bøtur til 13 skip.

Seinast fekk 57.981 dwt stóra Federal Carninal eina bót upp á 4.800 dollarar fyri at sigla ov skjótt.

Millum tey 13 skipini, sum hava fingið ferðbøtur, er eisini eitt skip frá kanadisku vaktar- og bjargingartænastuni (!) og skip, sum m.a. Cosco, Wagenborg Shipping og Hyundai Glovis eiga ella reka.

“Stjórn okkara hevur gjørt av at virka fyri eini tryggari samtilveru millum skipaferðsluna og havumhvørvið í St. Lawrence Flógvanum", sigur Marc Garneau, sum er stjóri fyri flutningsstýrinum í Kanada. “Vit ætla at tryggja, at øll skip halda hámarksferðina og fara at seta hóskandi tiltøk í verk til tess at verja hvalirnar”.

Hámarksferðin er galdandi so leingi sum hvalur í stórum tali er í Flógvanum.

Kelda: TradeWinds