* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsins størsti reikferðaskipa-eigari, amerikanska Carnival Corporation, væntar at hava helmingin av flota sínum í gongd aftur í komandi mánað. Felagið eigur 80 reikferðaskip íalt. Um árskiftið verða væntandi 65 prosent av skipunum aftur í sigling.

 

Tað hevur verið púra deytt í reikferðavinnuni/krúsvinnuni, síðan koronufarsóttin byrjaði at gera um seg. Um allan heim hava reikferðaskip ligið svínabundin við bryggju ella fyri akkeri, og bert okkurt hendinga skip hevur roynt at gjørt onkran styttri túr. Men illa hevur borið til.

 

Nú sær betur út í reikferðavnnuni, og reiðaríini gera tilreiðar at taka ímóti gestum aftur í næsta mánaði.

 

Krúsferðirnar verða gjørdar úr millum annað USA, Mexico, Karibia, Bretlandi, Vesturevropa og úr Miðjarðarhavinum.

 

Átta av níggju brandum hjá Carnival Corporation eru aftur á havinum: Carnival Cruise Line, Princess Cruises, Holland America Line, Seabourn, Costa Cruises, AIDA Cruises, P&O Cruises og Cunard.

 

Kelda: Worldtravel