* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Wärtsilä-verksmiðjan í Asker í Noregi.

Wärtsilä-verksmiðjan í Asker í Noregi arbeiðir í løtuni við at útgera fýra etanskip, sum verða smíðað í løtuni. Felagið veksur skjótt, og nærkast einum umsetningi upp á 2,5 milliardir norskar krónur.

 

Etangass eru serligar lastir, sum kóka niður ímóti minus 100, so tað krevur serliga tøkni at halda tað kalt. Skipanirnar við at taka etangassið umborð, goymsla og flutningur krevur heilt serligan førleika hjá verkfrøðingum.

 

Wärtsilä Gas Solutions í Asker hevur 450 fólk í starvi. Felagið sniðgevur og letur útgerð til gasshandteringina umborð á etan-skipunum við eini køliskipan, sum heldur gassinum flótandi sum hjartað í skipanini. Verksmiðjan letur eisini pumpur, eftirlitsskipanir, trygdarskipanir og líknandi aftrat køliskipanini umborð.

 

Skipini verða smíðað í Korea, og tað er tvær av heimsins størstu skipasmiðjum, Samsung og Hyundai, sum smíða tey. Tey fýra skipini, sum skulu sigla millum USA og Kina, taka 98.000 kubikk ella umleið 50.000 tons, tey eru 250 metrar long og 40 metrar breið.

 

Gassmarknaðurin er í løtuni nógv ávirkaður av heimspolitikkinum og ídnaðarjavnanum. Nógvar ætlanir eru útsettar orsakað av ótryggleika í orkujavnanum millum USA og Kina.

 

- Virðið á sáttmálanum fyri Wärtsilä fyri tey fýra skipini er 400 milliónir norskar krónur, upplýsir felagið.

 

Skipini nýta eisini gassið sum brennievni.

 

Kelda: Skipsrevyen