* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stór bingjuskip hótta fleksibilitetin

Nýtslan av støðugt størri havgangandi bingjuskipum ger bingjureiðaríini minni fleksibul við atliti at broyting av kapasitetinum, vísir ein nýggja greining, sum SeaIntel hevur gjørt. Greininingin, ið fevnir um tíðarskeiðið januar 2013 til april 2015, umfatar 108 vikur á rutunum millum Asia og Norðurevropa. Her hava verið 95 avlýstar fráferðir, svarandi til nærum eina um vikuna.

Av teimum 95 avlýsingunum snúðu bert 16 prosent seg um stór skip, meðan tey 84 prosentini vóru smærri skip. Vanliga velja reiðaríini at avlýsa eina fráferð, sum í stødd svarar til talið á bingjum, ið mangla í viðkomandi viku. 

Í løtuni er líkt til, at fleiri stór skip verða bíløgd. Seinast er komið fram, at kinesiska Cosco ætlar at bíleggja 10 skip í Triple E-støddini. Samstundis verður mett, at hesi stóru bingjuskipini verða sett í sigling millum Asia og Norðurevropa. Harvið verður talið á tænastuveitingum millum Asia og Norðurevropa minni komandi árini, so hvørt sum hesi nýggju og stóru bingjuskipini verða liðug. 

Hetta merkir, at reiðaríini verða minni fleksibul í sambandi við avlýsingar, tí ein avlýsing fer at bera í sær, at ein størri prosentpartur av vikuliga kapasitetinum hjá reiðaríunum fellur burtur, og sostatt verða fleiri av kundunum hjá reiðarínum ávirkaðir. 

Kelda: Lloyd’s Loading List