* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Næraberg er komin til Hollands.

Verksmiðjutrolarin, Næraberg, er nú komin til Hollands. Her liggur hann, til nýggju eigarar í Póllandi yvirtaka hann.

 

Næraberg hevur verið í føroyska skipaflotanum seinastu sjey árini, og hann kom á sinni inn í flotan fyri gamla Næraberg.

 

Ymiskar royndir hava verið gjørdar við trolaranum, millum annað við svartkjafti, men tað hevur ikki borið væl til.

 

- Størsti parturin av kvotuni hjá felagnum er svartkjaftur, og felagið hevur, síðani tað varð stovnað fyri meira enn 20 árum síðani, roynt at virðisøkja svartkjaftin umborð og at framleiða hann til matna. Hetta arbeiðið hevur verið spennandi og hevur skapt nógv føroysk arbeiðspláss, men tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa lønandi vinnu burturúr, skrivar felagið.

 

Stjórin hjá JFK, Hanus Hansen, hevur upplýst, at kvoturnar hjá Nærabergi verða fluttar yvir á Norðing og Borgaran.

 

Kelda: JFK/Fiskerforum